B68
Ein av fáu veteranunum á unga B68 liðnum verður ikki á vøllinum, tá ið B68 leygardagin á heimavølli fer at stríðast fyri at tryggja sær fremsta plássið í 2. deild.
Øssur Hansen gongur við gipsaðum armi. Sambært heimasíðuni hjá Tofta Ítróttarfelag - b68.fo - so er høgri armur brákaður eitt sindur omanfyri skøvningin.
Tað var í tøttu og avgerandi uppgerðini í Sandavági leygardagin, at Øssur Hansen varð skaddur. Eftir stríð um luftbólt við mótstøðumann var Øssur óheppin, tá ið hann lendi. Armurin tók fyrst, og Øssur lá góða løtu á vøllinum, tí hann hevði fingið ilt. Øssur spældi tó víðari, og tað var ikki minst hansara avrik á miðvøllinum, sum var orsøk til, at tað stutt undan leikloki eydnaðist B68 at javna til 2-2 og harvið at vinna stigið, sum bar oddasessin við sær.
Eftir dystarlok í Sandavági fóru Øssur á Landssjúkrahúsið, og har vístu myndirnar skaðan, sum ber við sær, at Øssur Hansen ikki verður førur fyri at spæla leygardagin.
Í síðsta umfarinum skal B68 spæla móti GÍ, sum higartil í ár hevur fingið eitt stig. Uppgerðin verður á Svangaskarði klokkan 13.00. Setningurin hjá B68 er greiður. Hjá teimum ræður um at fáa øll stigini. Um tað fer at eydnast, so fer B68 at endurvinna plássið í bestu deildini, sum teir mistu fyri einum ári síðani.
Tá ið GÍ og B68 fyrr í summar spældu í Gøtu, vann B68 4-2. Men gøtumenn vóru ikki so lættir at boyggja, sum støðutalvan kundi bent á. GÍ var á odda bæði 1-0 og 2-1, áðrenn B68 síðsta korterið fekk málini, sum bóru sigurin við sær. Dystargongdina ta ferðina hava toftamenn neyvan gloymt, og tað er einki at ivast í, at venjarin, Julian S. Johnsson, og eitt nú Øssur Hansen fara at gera alt fyri at minna spælararnar á, at tað er alneyðugt at vísa rætta hugburðin og at stríðast fyri søkini.