Ísraelsmenn steðgaðu neyðhjálparskipi

Ísraelski herflotin hevur steðgað írska neyðhjálparskipinum Rachel Corrie uttan fyri Gaza-geiran, og sambært Reuters-tíðindastovuni fór alt friðarliga fram. Ísraelski herflotin sigur, at Rachel Corrie er nú á veg til ísraelska havnarbýin Ashdod saman við ísraelskum herskipum.

Trettan limir í felagsskapinum Free Gaza eru umborð á írska skipinum, sum er fermt við ymsar neyðhjálparútgerð til Gaza.

Ísraelsku myndugleikarnir hava fyrr sagt, at tað írska skipið skuldi fara til Ashdod, har farmurin kundi koyrast upp í lastbilar, sum skulu koyra hann til Gaza.