Ísraelska ákæruvaldið hevði ákært oberstin Omar el-Heib fyri at hava njósnast fyri tann víðgongda, libanska felagsskapin Hizbollah, og hesum gav rætturin ákæruvaldinum viðhald í.
Í rættarhølinum í Tel Aviv varð Omar el-Heib dømdur 15 ára fongsul. Hann var eisini ákærdur fyri landasvik, men hesum fekk ákæruvaldið ikki viðhald í. Hevði Omar el-Haib eisini verið funnin sekur í landasviki, hevði hann helst fingið lívlanga fongsulsrevsing.
Sambært dóminum gav obersturin Hizbollah upplýsingar um, hvar ísraelskir hermenn vóru, og sum samsýning fekk hann fleiri túsund dollarar umframt rúsevni. Sjálvur heldur el-Heib uppá, at hann er ósekur, og hann leggur herin undir rasismu.
-Eg havi ikki játtað meg sekan, og tað fari eg heldur ongantíð at gera. Eg havi ikki gjørt nakað skeivt. Eg eri ákærdur, tí eg eri arabi, sigur Omar el-Heib sambært BBC.
Ísrael hersetti tíðliga í áttatiárunum ein part av Suðurlibanon, og tey næstu 18 árini vóru javnan samanbrestir millum ísraelskar hermenn og Hizbollah. Fyri seks árum síðani tók Ísrael sínar hermenn úr Libanon.










