Sendiharrin fer m. a. at hitta Anfinn Kallsberg, løgmann, Høgna Hoydal, varaløgmann og Bjarna Djurholm, vinnumálaráðharra. Eisini fer hann at hitta Birgith Kleist, ríkisumboðsmann og Jan Christ-iansen, borgarstjóra í Havn.
Ein av døgunum fer sendiharrin til Klaksvíkar, har Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri tekur ímóti og fer rundferð í Norðuroyggjum við sendiharranum.
Harafturat vitjar hann m.a. í Kirkjubø og á Eiði.
Hóskvøldið verður kvøldseta saman við føroyskum Ísraels-vinum, har sendiharrin er gestarøðari.
Um sendiharran:
Carmi Gillon er føddur í Jerusalem í 1950. Hann vaks upp har og gekk í studentaskúla á tónleika-akademinum.
Hevur útbúgvning í politiskum vísindi og umsiting frá lærda háskúlanum í Haifa og hevur lokið prógv á Harvard. Eisini er hann útbúgvin á ísraelska verjuakademinum.
Stóran part av manndómsárum sínum hevur Carmi Gillon starvast í GSS (General Security Services), eisini kent sum SHABAK, trygdartænasta Ísraels við anti-yvirgangsvirksemi í fremstu røð.
Hann var við í krígnum ímóti Egyptalandi í 1973, har hann eisini var særdur.
Aftaná at hava verið leiðari fyri SHABAK í tvey ár í 1995-96, starvaðist hann sum leiðari í privata vinnulívinum.
Í 2000 varð hann settur sum leiðari fyri "Perez"-Miðstøðini fyri Friði.
Hann er giftur við Sari - tey eiga trý børn.
Carmi Gillon hevur verið sendiharri Ísraels í Danmark síðan 11. september 2001.