Minni enn eitt samdøgur eftir ta ógvusligu bumbuspreingingina í Jerusalem týsmorgunin sendi ísraelski herurin hermenn og stríðsvognar inn í teir báðar palestinsku býirnar Nablus og Jenin á Vestara Áarbakka.
Ísraelska stjórnin samtykti týskvøldið at lata herin herseta palestinskar býir á Vestara Áarbakka. Samstundis varð avgjørt at lata hermenninar verða verandi í býunum, til palestinar gevast við sjálvmorðsbumbuatsóknunum í Ísrael. Palestinskir talsmenn søgdu eisini í gjár, at teir ísraelsku hermenninir, sum komu til Jenin, høvdu húsvognar við sær.
Ísraelski forsætisráðharrin, Ariel Sharon, lovaði beint eftir bumbuspreingingina týsmorgunin, at stjórn hansara fer at berja yvirgangin niður, og at stjórnin er til reiðar at taka øll neyðug stig.
Palestinsku myndugleikarnir hava mótmælt, at ísraelska stjórnin gevur teimum ábyrgdina av atsóknini í Jerusalem. Tann víðgongdi felagsskapurin Hamas hevur átikið sær ábyrgdina av spreingingini. Ein palestinskur ráðharri segði týskvøldið, at atsóknir sum hendan gagna ikki palestinska fólkinum, men geva harafturímóti ísraelsku stjórnini høvi til at halda fram við hersetingarpolitikkinum.
Sjálvmorðsbumbuatsóknin týsmorgunin kravdi 20 mannalív og er tann ógvusligasta seinastu seks árini.