Ein íaraelsk fyritøka hevur boðið sær til at lata londunum við Indiska Havið eina skipan, sum er før fyri at staðfesta jarðskjálvtar og at ávara um flóðaldur. Londini kunnu fáa skipanina ókeypis, sigur fyritøkan.
Meir Gitelis, sum hevur ment skipanina, sigur við Reuter, at tólini kunnu staðfesta jarðskjálvta bæði á landi og undir havbotninum. Er ein skjálvti undir havbotninum so harður, at hann elvir til flóðaldu, kunnu tólini boða frá, hvussu stór flóðaldan er, og hvussu skjótt hon ferðast.
-Tólini kunnu eisini siga, hvønn veg flóðaldan fer, og hvussu stór hon verður, tá hon kemur ímóti landi, sigur Meir Giltelis.
Hann vísir í hesum sambandi á, at tað gingu umleið 75 minuttir, áðrenn flóðaldan annan jóladag rakti strendurnar í Teilandi, og at uppaftur longri tíð gekk, áðrenn aldan kom til Sri Lanka og India.