Á einum tíðindafundi í Washington mikukvøldið duldi amerikanski forsetin, George W. Bush, ikki fyri, at hann er sera misnøgdur við framferðina hjá ísraelska herinum í teimum palestinsku sjálvsstýrisøkjunum.
- Satt at siga haldi eg, at framferðin, sum Ísrael hevur nýtt í seinastuni, hevur ikki bøtt um støðuna. Eg skilji væl, at teir royna at verja seg ímóti yvirgangi, men tað, sum teir hava gjørt seinastu dagarnar, loysir ongar trupulleikar, segði Bush.
Eygleiðarar í Washington siga, at amerikanski forsetin hevur ongantíð verið so hvassorðaður í sínum atfinningum at Ísrael fyrr. Fyrr hevur Colin Powell, uttanríkisráðharri fleiri ferðir funnist at ísraelsku stjórnini og átøkunum hjá herinum, men hetta er fyrstu ferð, at forsetin sjálvur hevur verið so greiður, siga eygleiðararnir.
Samstundis bendir nógv á, at amerikanska stjórnin er í ferð við at revsa Ísrael. Stjórnin hjá Ariel Sharon hevur biðið USA økja ta búskaparligu hjálpina sjey milliardir dollarar, men mikukvøldið boðaði stjórnin í Washington frá, at umsóknin verður ikki gingin á møti.
Ísrael fær sum er næstan 27 milliardir dollarar í búskaparhjálp úr USA um árið. Stjórnin hjá Bush hevði ætlað at økt stuðulin 1,8 milliard dollarar, men tann endaliga avgerðin er útsett. Keldur í Washington siga, at amerikanska stjórnin er ikki serliga sinnað at lata Ísrael størri stuðul, so leingi herurin heldur fram við sínum atgerðum í teimum palestinsku økjunum.
Hóast ST-trygdarráðið mikunáttina samtykti eina yvirlýsing um Miðeystur og bað partarnar binda frið, hevur ófriðurin hildið fram, og í gjár skutu ísraelskir hermenn tríggjar palestinar. Samstundis ljóðaði, at herurin hevði tikið einar 40 stríðsvognar úr býnum Ramallah, men at 60 aðrir stríðsvognar framvegis standa í býnum.
Síðani ófriðurin í Miðeystri tók seg upp fyri 17 mánaðum síðani, hava 1.175 palestinar og 340 ísraelsmenn latið lív.