Ísrael vápnar kavbátar við kjarnorku

Týska vikublaðið Der Spiegel skrivar nú, at ísraelska verjan hevur koyrt kjarnorkurakettir umborð á kavbátar, sum landið hevur bygt fyri týskar pengar.

Ísraelska verjumálaráðið vil ikki gera nakrar viðmerkingar til tíðindini, og í Berlin siga myndugleikarnir, at teir hava ongar upplýsingar um, at kavbátar, sum týsku skattaborgararnir hava goldið, skulu vápnast við kjarnorkurakettum.

Týskland hevur latið Ísrael tríggjar kavbátar av tí slagnum, sum Der Spiegel skrivar um, og ísraelski herflotin skal hava tríggjar afturat hetta til 2017.

Sambært Der Spiegel skal ísraelski verjumálaráðharrin, Ehud Barak, hava sagt, at týskararnir kunnu vera stoltir av, at teir hava tryggjað Ísraels tilveru í fleiri ár frameftir.