Ísraelski ráðharrin Dan Meridor, sum hevur ábyrgdina av landsins fregnartænastum, sigur, at tað er sera álvarssamt, tá turkiska stjórnin hóttir við at lata turkisk herskip fylgja við skipum, sum ætla sær til Gaza-geiran. Hann vildi tó ikki siga meiri um málið fyri ikki at økja spenningin millum londini.
Turkiski forsætisráðharrin, Recep Erdogan, segði fyrradagin, at hann er til reiðar at lata herflotan fylgja turkiskum skipum, sum ætla sær til Gaza-geiran við hjálparútgerð. Í mai í fjør doyðu níggju turkar, tá ísraelskir hermenn tóku seg umborð á eitt skip, sum ætlaði sær til Gaza-geiran. Turkar hava kravt eina umbering frá Ísrael, men tann ísraelska stjórnin sigur nei.
-Hetta er álvarssamt, men vit vilja ikki bera brenni á bálið. Tað er betri at tiga og at bíða, tí vit hava ongan áhuga í at gera støðuna verri við at svara slíkum álopum, sigur Dan Meridor, ráðharri, í samrøðu við útvarpið hjá ísraelska herinum.