Palestinararnir í bygdunum Beit Eksa og Beit Souriq norðan fyri Jerusalem gjørdust ikki sørt skakkir mikudagin, tá ísraelskir hermenn og embætismenn fóru at seta upp skelti, sum søgdu frá, at jørðin á staðnum var almenn ogn, og at øll atgongd var bannað. Samstundis fingu palestinsku bygdafólkini at vita, at hús teirra verða tikin niður.
Palestinsku leiðararnir í økinum siga, at talan er um ognartøku, og at tiltakið er sett í verk fyri at flyta burtur teir palestinararnar, sum búgva ímillum tær jødisku niðursetubygdirnar. Palestinski ráðharrin Yasir Abed Rabbo legði ísraelsku myndugleikarnar undir beinleiðis rán.
- Friðarætlanin sigur greitt, at ísraelsmenn skulu gevast við at leggja hald á palestinskt lendi og at ríva palestinsk hús niður. Hetta seinasta ísraelska tiltakið vísir bert, hvussu trupul friðartilgongdin verður, segði Rabbo.
Ísraelski mannarættindafelagsskapurin B'Tsalem leggur stjórnina hjá Ariel Sharon undir at snýta palestinar og tey, sum hava gjørt seinasta friðaruppskotið við at ognartaka palestinskt lendi í loyndum.