Ísrael - land lyftisins og vit- land lyftisins og vit

-

Nýggj bók:

Ísrael

- land lyftisins og vit

eftir Petur W. Háberg, kemur í bókahandlarnar týsdagin 17. august - forlagið »Leirkerið« í Gøtu hevur givið út.

Í bókini eru seks áhugaverdir fyrilestrar sum Petur Háberg (1914-1984) hevði í »Bíbliuflokkinum« í »Ebenezer« í Havn í 1968. Sum kunnugt var hetta árið eftir 6-dagar kríggið (juni 67), tá Ísrael varð álopið úr trimum hornum, men kom styrkt burtur úr tí miklu orrustu, ið tá var.

Evnið »Ísrael« er í dag líka áhugavert og viðkomandi sum tá. Petur Háberg var bíbliugranskari framúr og fylgdi eisini dúgliga við í søguligu og politisku gongdini á samtíð síni og var førur fyri at geva eina sera góða og væl undirbygda heildarmynd av øllum viðurskiftum, ið viðkomu Ísrael og útvalda fólki Guds, jødunum.

Heitið á bókini »Ísrael - land lyftisins og vit« er valt við støði í innihaldinum í bókini, har høvundurin leggur stóran dent á, at vit ikki bert sita sum 3. persónur og lurta eftir ella lesa um evnið »Ísrael«, men at vit sum einstaklingar, ella vit umboðandi allar heimsins tjóðir, ikki sleppa undan at taka støðu viðvíkjandi Ísrael. Tað ber ikki til at vera uttanveltaður.

Bókin er eisini sera áhugaverd sum søguligt yvirlit, har vit fáa eina einfalda og greiða fatan á uppruna jødafólksins, hvussu tey byrjaðu sum ein maður (Ábraham). Tey hava verið spjadd kring øll heimsins lond, onkuntíð nærum útdeyð, men eru kortini á undranarverdan hátt komin undan týdning og hava hildið vón og serstøku mentan síni á lívi. Tey hava verið ógrundað atsøkt, hatað, jagstrað og dripin sum einki annað fólk á jørð, men eru í dag á óskiljandi hátt savnað í fyrijáttaða heimlandi sínum, Ísrael, sum í dag er »heimsveldi« á hædd við U.S.A. og onnur demokratisk lond - tó á summum økjum fremri - t.d. tignarliga, demokratiskt, tøkniliga, fíggjarliga, hernaðarliga o.s.fr.

Ísrael (á stødd við Jútland) er í dag heimsinstýdningarmiklasta land, og høvuðsstaðurin, Jerúsalem er, sum Bíblian málber seg, »nalvi jarðarinnar«. Onkur hevur sagt: »Heimurin melur á hongslum Ísraels, og Jerúsalem er lykilin til hesar dyr«.

Petur Háberg, sum hevði fylt 85 ár 31. august í ár, viðger eisini framtíðarútlit heimsins, grundað á Opinberingarbókina í Bíbliuni. Í hendingunum sum fyri standa, er Ísrael miðdepilin. Tað er ikki okkum givið at skilja allar hendingarnar, men hann er sera nærlagdur í frásøgn síni, ið eigur at geva okkum øllum nakað til umhugsunar.

Útgávudagin, týsdagin 17. august, verður almenn móttøka í »Sloans Húsum«, Tinghúsvegur 10, í Havn, kl. 16.00 til 18.30, har øll eru vælkomin at støkka inn á gólvið.

Í bókini eru einar 15 viðkomandi myndir. Hon er vakurt innbundin og kostar 250,- kr.