Amerikanska stjórnin visti um fyrireikingarnar, tí kríggj við Hizbollah kundi geva týðandi upplýsingar til eitt møguligt kríggj við Iran.
Í fleiri mánaðir hevði Ísrael fyrireikað seg til at leypa á Hizbollah, og amerikanska umsitingin var við í fyrireikingunum. Álopið hjá Hizbollah á eina ísraelska marknastøð gav Ísrael eina orsøk til at fara undir álopið, men tað hevði komið kortini.
Tað skrivar tann kendi amerikanski tíðindamaðurin Seymour M. Hersh í blaðnum New Yorker. Hann sigur seg hava fingið at vita frá keldum í Bush-umsitingini, at amerikanskir og ísraelskir diplomatar høvdu nógvar fundir um tað ætlaða álopið, og at amerikanarar sýndu ísraelsku ætlanini stóran áhuga. Tað komst av, at í amerikonskum eygum kundi eitt álop á Hizbollah geva fleiri týðandi upplýsingar, sum kundu koma USA til góðar í einum møguligum álopi á Iran. Eitt nú hevði Hizbollah fingið vápn úr Iran, og iranskir yvirmenn høvdu vant Hizbollah-hermenninar. Harafturat kom, at eftir uppskoti úr Iran hevði Hizbollah gjørt sær fleiri støðir og tunlar undir jørð, og tí hildu amerikanararnir, at iranski herurin helst hevur gjørt tað sama.
Spurningurin er nú, um úrslitið av ísraelska álopinum á Hizbollah eggjar USA til at leypa á Iran, skrivar Simon Hersh. Hann var lutvíst svar frá Richard Armitage, sum er fyrrverandi varauttanríkisráðharri hjá George W. Bush, forseta.
-Tá Ísrael ikki klárar at gera av við eitt so lítið land sum Libanon, eigur ein at hugsa seg væl um, áðrenn ein leggur á eitt land, sum er nógvar ferðir størri og hevur 17 ferðir meiri fólk, sigur Richard Armitage við New Yorker.










