Ísrael fer ikki av Vestara Áarbakka

Útlitini fyri einari varandi semju ímillum ísraelsmenn og palestinar eru ikki tey bestu

Ísraelski forsætisráðharrin, Ariel Sharon, ger nú greitt, at Ísrael hevur ongar ætlanir um at flyta tey jødisku niðursetufólkini av Vestara Áarbakka.
Fyrr hevur Sharon sagt, at avgerðin at flyta niðursetufólkini úr Gaza kann rudda slóð fyri semju við palestinararnar, men eygleiðarar siga, at avgerð hansara um at varðveita niðursetubygdirnar á Vestara Áarbakka kann gerast ein stórur meinbogi fyri einari semju við palestinar.
So seint sum seinasta mánadag segði palestinski forsetin, Mahmoud Abbas, at ísraelska afturtøkan úr Gaza átti eisini at umfata niðursetubygdirnar á Vestara Áarbakka, og at Ísrael eigur at taka seg aftur til markið frá 1949. Men tað kemur ikki upp á tal, sigur Sharon.
Ísrael hersetti Gaza og Vestara Áarbakka undir seksdagakrígnum í 1967.