Ísraelsk flogfør hava gjørt 85 álop á mál í Gazageiranum í nátt, og høvuðsstøðin hjá Hamas var eitt av málunum.
Leiðslan í Hamas sigur, at tey ísraelsku flogførini søktu at høvuðsstøðini fýra ferðir, og eygnavitni siga, at bygningurin hevur fingið stóran skaða.
Í gjár skutu hernaðarligir palestinar rakettir ímóti Jerusalem og Tel Aviv, men sum skilst gjørdu tær ongan skaða.
Ísraelski verjumálaráðharrin, Ehud Barak, fekk í gjárkvøldið heimild frá stjórnini at senda boð eftir 75.000 monnum úr eykaherinum. Frammanundan hevði hann fingið heimild til at boðsenda 30.000 hermonnum.
Ein ísraelskur heryvirmaður segði í gjárkvøldið, at eitt átak stendur fyri framman.