-Ísrael hevur eftir øllum at døma brotið avtaluna við okkum, segði talsmaðurin hjá amerikanska uttanríkisráðnum, Sean McCormak, í gjár. Hann legði afturat, at málið verður nú latið Kongressini, sum so skal taka støðu til, hvat skal henda.
Amerikanska umsitingin hevur fingið eina fyribilsfrágreiðing, sum vísir, at ísraelska hermegin brúkti amerikanskar tyssibumbur í Suðurlibanon í fjør, og New York Times skrivar, at frágreiðingin hevur fingið fleiri at mæla til, at USA eigur at revsa Ísrael.
Embætismenn í uttanríkisráðnum og verjumálaráðnum Pentagon hava sagt, at Ísrael breyt amerikonsku lógina um vápnahandil, tá landið brúkti tær amerikonsku tyssibumburnar í Suðurlibanon. Onnur halda, at Ísrael brúkti bumburnar í sjálvverju fyri at steðga rakettálopunum hjá Hizbollah á ísraelskar býir.
Tyssibumbur spjaða smáar bumbur um eitt stórt umráði, og tær eru ætlaðar til álop á hermenn hjá fíggindanum. Síðani kríggið millum Ísrael og Hizbollah seinasta summar eru fleiri túsund tyssibumbur funnar ymsastaðni í Suðurlibanon, og kanningar hava víst, at talan er um bumbur, sum Ísrael fekk úr USA fyri nógvum árum síðani. Keldur hjá ST hava fyrr sagt, at 30 libanar eru deyðir og 180 aðrir særdir av tyssibumbum síðani kríggið. Sambært ST brúkti Ísrael meiri enn eina millión tyssibumbur í krígnum við Hizbollah.










