Spyrja umboðsmannin um kanningina av skattamálinum

Torben Nielsen, nevndarformaður í Betri banka váttar fyri Kringvarpinum, at bankin hevur vent sær til umboðsmannin fyri at spyrja um kanningina hjá Bárði Larsen av nógv umrødda skattamálinum. Ein kanning, sum leiddi til, at málið varð meldað til løgregluna. 

 

Bárður Larsen er ógvuliga atfinningarsamur í sínari niðurstøðu um nógv umrødda skattamálið, sum nú verður kannað av ákæruvaldinum. 

 

Torben Nielsen sigur við kringvarpið, at bankin er ónøgdur við kanningina, tí hon bara tekur støði í skjølum, sum Taks hevur, og partvíst samrøðu við starvsfólk á Taks, meðan starvsfólk í Betri banka, sum hava verið við í málinum, ikki eru hoyrd, sambært nevndarformanninum. 

 

Torben Nielsen sigur seg ikki finnast at arbeiðnum hjá Bárði Larsen, men heldur arbeiðssetninginum, sum hesin hevur fingið frá Fíggjarmálaráðnum. Tí hevur nevndarformaður í Betri banka nú sent fyrispurning til umboðsmannin - talan er bert um fyrispurning enn og ikki eina kæru.