Tað er Johannus Joensen, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, sum hevur sett Dennisi Holm ein grein 52a fyrispurning um málið. Av tí at Dennis Holm síðani er farin frá sum landsstýrismaður, fellir tað Sirið Stenberg í lut at svara spurninginum, tí hon hevur fyribils ábyrgdina av málsøkjunum hjá Dennisi Holm.
Tað er í einum grein 52a fyrispurningi, at Johannes Joensen setir fram spurningin, sum hann orðar soleiðis sum ein grein 52a fyrispurning:
1. Hava Føroyar størstu trolmeskavídd í Norðuratlantshavi, tá tað snýr seg um fiskiskap eftir svartkalva?
2. Hví hava Føroyar valt hesa trolmeskavídd til henda fiskiskap?
3. Hví brúka tey ymsu londini ymiska meskavídd til henda fiskiskap?
4. Ætlar landstýrismaðurin at taka hetta upp við Havstovuna, soleiðis at føroyingar hava betri treytir at fiska svartkalva, serliga har fiskað verður av sama svartkalvastovni, báðumegin markið?
Í viðmerking til spurningin sigur Johannus Joensen, at tað eru fáar felagstreytir um meskavídd innan trolfiskiskap í Norðuratlanshavi. Hetta hóast londini ofta fiska av sama fiskastovni. Sum skilst, skipa londini sín egna fiskiskap við egnari trolmeskavídd. Tað ger, at fortreytirnar eru ymiskar fyri ymisku skipini.
– Tað hevur verið víst á, at Føroyar hava størstu meskavídd (145 mm), tá fiskað verður eftir svartkalva. Grundgevingarnar eru helst fleiri. Hinvegin nýta bretar 135 mm, norðmenn 135 mm og grønlendingar 140 mm, tá fiskað verður eftir svartkalva. Nú eru fleiri lond, sum gera royndir við skiljirist, soleiðis at hjáveiða verður skild frá.
– Hetta ger fiskiskapin burðardyggari, sigur hann.
– Støðan í dag er tann, sambært skiparum, sum troyta henda fiskiskap, at svartkalvin, við 145 mm meskavídd, sleppur gjøgnum posan, men tíverri fær nógvur fiskur skaða og doyr, hóast hann sleppur ígjøgnum meskarnar. Tá er onki vunnið. Varð meskavíddin minkað, fiskaðu skipini eisini tann fiskin, sum í dag doyr uttanfyri trolið, sigur løgtingsmaðurin.
– Tað kann eisini tykjast undarligt, at føroysku skipini fiska við størri meskavídd eftir sama fiskastovni, har bretar fiska við smærri meskum nakrar fáar metrar hinumegin markið, vísir hann á, og fyri at fáa greiðu á hesum, hevur hann sett spurningin.