Formaðurin í vinnunevndini, Heini O. Heinesen sigur, at hann er farin at ivast í, um ikki løgtingið er beinleiðis lumpað í málinum um Frøyanes.
? Eg eri farin at ivast í um landstýrismaðurin, sum umsat fiskivinnumál í august í fjør, yvirhøvur hevur givið vinnunevndini og løgtinginum allar upplýsingarnar í málinum, sigur hann.
? Tað, sum er hent í sambandi við Frøyanes, kann í øllum førum geva illgruna um, at landsstýrismaðurin hevur dult ymsar upplýsingar fyri okkum, leggur Heini O. Heinesen afturat.
? Eg haldi, at tað er ein stórur spurningur um ætlanin ikki alla tíðina hevur verið, at Frøyanes skuldi enda í útróðrarbólkinum.
? Tí tað er nevniliga sumt sum bendir á, at samband hevur verið ímillum vágamenn og landsstýrið longu í august mánaða í fjør, men at tað hevur landsstýrismaðurin ikki greitt vinnunevnd ella løgtingið frá.
Heini O. Heinesen dugir nevniliga ikki at síggja nakra aðra grund til, at orðið ?innflutt? fiskifar eisini skuldi setast í grein átta í lógini, sum gevur loyvi til at leggja veiðiloyvi saman.
Hann sigur, at eftir hansara tykki, var tað loyvt at leggja veiðiloyvi saman eisini áðrenn august mánaða í fjør. Men er ikki fyrrenn nú at eg eri farin at hugsa um, hví orðið ?innflutt? nú eisini skuldi upp í lógina.
? Hetta var bara ein av yvir 40 broytingum, sum vórðu trýstar ígjøgnum og avgreiddar uppá nakrar heilt fáar dagar, og tað er kanska orsøkin til, at eingin gáaði eftir tí tá.
? Einasta broytingin hjá landsstýrinum sum fall, var nevniliga uppskotið um at tað skuldi verða loyvt at selja fiskidagar frá útróðrarbólkinum, upp í aðrar bólkar. Tvs, at løgtingið gjørdi greitt, at ætlanin var at verja útróðurin.
? Men at hetta skuldi verða avleiðingin, at landsstýrið so bara leggur veiðiloyvi í bólki fýra saman- og so fylgja fiskidagarnir við, máar støðið undan øllum áliti á fiskivinnuumsitingina. Tí fara vit at spyrja, um upplýsingarnir um Frøyanes vórðu duldir fyri løgtingi og vinnunevnd, tá ið lógin um vinnuligan fiskiskap varð broytt í august mánaða í fjør, tí tað er nógv sum bendir á at samband hevði longu verið imillum vágamenn og landsstýrið í august mánaða í fjør, tá ið lógin varð broytt.
Formaðurin í vinnunevndini minnir eisini á teir fyrispurningarnar, sum eru reistir í tinginum til landsstýrismannin um Frøyanes. Orsøkin til, at Jørgen Niclasen ikki hevur viljað svarað teimum enn, er, at teir tola ikki at verða svaraðir, fyrrenn málið er avgreitt, heldur Heini O. Heinesen.