Spurningur til løgmann viðvíkjandi framtíðastøðu Føroya

Í sambandi við, at løgmaður í ólavsøkurøðu síni sá fyri sær, at ríkisfelagsskapruin verður broyttur til ein ríkjafelagsskap millum trý sjálvstøðug lond, hevur Bjarni Djurholm, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin, sett løgmanni fyrispurning. Bjarni Djurholm setur fram hesar spurningar:

1) Ætlar løgmaður at taka stig til samráðingar við forsætismálaráðharran um endurskoðaða avtalu Føroyar og Danmarkar millum?

2) Sær løgmaður týdningin av, at viðurskiftini millum og Føroyar og Danmark koma í slíka legu, har stjórnarrættarligar tulkingar ikki eru ein forðan, men heldur møguleiki fyri okkara sjálvsavgerðarrætti?

3) Er løgmaður av teirri fatan, at áhaldandi ríkisrættarligu broytingarnar farnu hálvu øldina millum Føroyar og Danmark eru grundarlag undir nýtulking av viðurskiftunum millum ríkispartarnar?

4) Hvønn týdning sær løgmaður í nýggjum/broyttum ríkisrættarligum viðurskiftum í mun til møguligar millumtjóða limaskapir?

Bjarni Djurholm heldur fráboðan løgmans vera so áhugaverda, og at hon kann slóða fyri eini nýggjari skipan landanna millum, sum ber í sær, at rikisrættarligu viðurskiftini einaferð med alla, í tvørpolitiskari semju, verða avgreidd í sátt og semju landanna millum. Eisini við breiðari undirtøku millum Føroya Fólk.

– Sæð úr hesum sjónarhorni setir hann løgmanni hesar fimm spurningar.

Fyrispurningurin kann lesast í fullari longd HER