Spurning til Hagstovu Føroyar

Finnleif Guttesen, Tvøroyri

Vit, ið búleikast í Suðuroy kunnu gleðast um, at Hagstovan kann staðfesta, at minkingin av arbeiðsleysum er størst í Suðuroy.
Mín spurningur er, um Hagstovan kann útgreina orsøkirnar til minkingina í Suðuroy.
Er tað veruliga fleiri arbeiðspláss?
At fulltíðararbeiðsloysið minkaði við 35 fólkum er gleðiligt, men hvussu nógv av hesum flutti úr Suðuroy? o.s.v.
Øll eru greið yvir, at flest øll, ið flyta úr Suðuroy eru ung og familjur við børnum, tað vil siga persónar, sum fyri størsta partin eru undir 66 ár, sum Hagstovan brúkar sum mark.