Spurnarumfar: Fleiri útisetar ætla at skapa egið starv í Føroyum

Útisetar ætla at skapa sær egið starv, tá tey koma til Føroya aftur.

Tórshavnar Kommuna var á Norðuratlantsbryggju um vikuskiftið við tiltakið, og á staðnum var eitt spurnarumfar gjørt millum tey luttakandi.

Spurnarumfarið vísur, at av teimum hundrað spurdu væntaðu 21% at flyta heim innan eitt ár, 33% ætla at flyta heim um eitt til trý ár og 26% eftir trimum til fimm árum.

 

 

 

Kanningin vísir eisini, at heili 50% ætla at skapa sítt egna starv í Føroyum.

 - Hetta er sera áhugavert, at helmingurin av útisetunum ikki situr og bíðar eftir, at rætta starvið er tøkt í Føroyum, men ætlar sær undir egið virksemi, skrivar Tórshavnar Kommuna í tíðindaskrivinum.

 

 

 

- Nú so nógv verður tosað um bústðarmøguleikar í høvuðsstaðnum, so er sera áhugavert at hoyra, hvussu tey ungu lesandi sjálvi ynskja at búgva, tá tey flyta aftur til Føroya. Kanningin vísir, at heili 90% ynskja at búgva í egnum húsum, bara ávíkavist 6 og 3% í eigara- ella leiguíbúð.

Tá spurt verður uppaftur, hvussu tey kunnu búgva ta fyrstu tíðina, tey eru flutt til Føroya, svara 46% leiguíbúð, men 27% vilja framvegis bara búgva í egnum bústaði.

 

 

 

-Vit mugu endurskoða tær ætlanir, vit hava um bústaðabygging. Eitt stórt tal av privatíbúðum eru ávegis í býnum, eldraíbúðir og lestraríbúðir eru somuleiðis. Men persónliga haldi eg, at tað hevði verið áhugavert t.d. at kanna, um tað hevði borið til at bygt nøkur hundrað minni og bíligari sethús í Hoyvíkshaganum.

 

 

- Men hetta má gerast í samstarvi við onnur, og hetta má gerast munandi bíligari enn frammanundan, sigur Annika Olsen, borgarstjóri, í tíðindaskrivi í dag.