Spurnarkapping um føroyska móðurmálið á Kahoot

Hvussu væl kennir tú títt móðurmál? Tað kanst tú finna útav 25. mars, tá spurnarkapping verður á Kahoot

Hósdagin 25. mars skipar Málráðið saman við Føroyar lesa fyri spurnarkapping á Kahoot um føroyska rættstaving og málsøgu.

Kappingin verður skipað í tveimum. Tann fyrra verður klokkan 11 fyri skúlanæmingum í 7.- 10. flokki, og seinna kappingin verður tøk fyri almenninginum klokkan 12.

– Vónandi vera tað mong, ið fara at nýta døgurðatíman til at royna seg í sínum móðurmáli, siga fyrireikararnir.

Harafturat fer Føroyar lesa at hava eina spurnarkanning um lesivanar hjá føroyingum, har tað millum annað verður spurt, í hvønn mun føroyingar lesa á móðurmálinum.

– Vinnararnir av kappingini kunnu gleða seg til bókapakkar frá føroysku forløgunum, siga fyriskipararnir.