Sprotnir úr fótbóltsfamiljum

Steffan Løkin og Andrias Edmundsson eru báðir sprotnir úr fótbóltsfamiljum

Tveir av spælarunum á U17 landsliðnum eru Steffan Løkin og Andrias Edmundsson. Teir koma báðir frá fótbóltsfamilju og hava pápa og beiggjar, sum hava spælt nógv fótbólt. U17 spælararnir líkjast tó eitt sindur frá beiggjunum.

 

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna

 

Steffan Abrahamsson Løkin er sonur Abraham Løkin. Eldru beiggjarnir eru Bogi Løkin og Karl Løkin. Abraham Løkin er í dag ungdómsvenjari í NSÍ, meðan Karl Løkin spælir á besta liðnum. Bogi Løkin náddi at spæla fleiri landsdystir, men skaðar gjørdu, at hann mátti gevast við fótbóltinum. Teir vóru allir miðvallara, meðan Steffan Løkin er áleypari.

 

Les eisini: Samrøða við Tórur Jacobsen

 

Andrias Edmundsson er sonur Edmund Jacobsen. Eldru beiggjarnir eru Hákun Edmundsson og Jóan Símun Edmundsson. Edmund Jacobsen spældi flestu av gyltu árinum við B68. Millum annað í 1984 og 1985, tá felagið vinnur FM. Hákun Edmundsson er spælir í dag við Skála, meðan Jóan Símun Edmundsson so seint sum í dag skoraði fyri OB í Danmark.

 

Hoyrt teir greiða frá hvussu tað er at verða partur av familju, har tað mesta snýr seg um fótbólt, um at teir ikki spæla á somu plássum sum beiggarnir og hvat teir halda um EM.