Sprongdu 166 metrar

Arbeiðið við at gera nýggja undirsjóvarunnilin, ið skal stytta um farleiðina millum høvuðsstaðarøkið og Skálafjørðin gongur so líðandi framá og mangla nú minni enn fimm kilometrar at spreingja í tunlinum. Í vikuligu dagføringini frá tunnilsfelagnum verður upplýst, at nú eru 6.558 metrar sprongdir av teimum ætlaðu 11.250 metrum.


Tað er á Hvítanesi, at mest hevur verið sprongt og helt tann gongdin á í farnu viku, tá 98 metrar blivu sprongdir. Sostatt hevur tunnilstoymið sprongt 3.155 metrar á Streymoyarlandinum.


Undir Skálafjørðinum verður í løtuni sprongt í tvær ættir. Frá rundkoyringini móti Hvítanesi varð í síðstu viku 23 metrar sprongdir og eru har íalt 982 metrar sprongdir, meðan 45 metrar blivu sprongdir í rundkoyringini móti Rókini