Spreingingin á Hvítanesi: Størsta holið var 30 x 40 cm

Sjey hús á Hvítanesi fingu skaða, tá eitt skot hjá J & K Petersen, sum stendur fyri arbeiðinum at gera vegaføringina til tunnilsmunnan til Skálafjarðatunnilin, sendi grót oman yvir bygdina.

 

Enn er ógreitt, hvør orsøkin var til óhappið, men løgreglan og Arbeiðseftirlitið kanna málið.

 

Steinolvur Petersen, stjóri hjá J & K Petersen segði við útvarpið, at tey ímyndaðu sær, at nógvur vindur kann hava havt ávirkan á, at so nógv grót reyk oman yvir bygdina.

 

Holið, sum gjørdi størstan skaða á tekjur á Hvítanesi, var 40 ferðir 30 cm til víddar.

 

Á sosialu miðlunum hava nógvar myndir verið at sæð av stórum steinum, sum eru funnir millum húsini á Hvítanesi – eisini nærindis har, sum børn spældu. Men tíbetur hendi eingin fólkaskaði.

 

Myndin omanfyri, sum Regin Joensen í Havn hevur tikið við dronu, vísir vegagerðina og bygdina Hvítanes.