Genturnar, sum vóru minst 15 í tali, vórðu álopnar beint uttan fyri gentuskúlan Mirwais Nika í miðbýnum í Kandahar. Illgerðarmenninir vóru á motorsúklu.
-Vit vóru á veg í skúla, tá tvey fólk á motorsúklu komu til okkara og tveittu sýru í andlitið á okkum, sigur ein av gentunum, tann 16 ára gamla Atifa Bibi, við bretska kringvarpið BBC. Hon heldur, at myndugleikarnir gera ov lítið fyri at verja gentur, sum ganga í skúla.
Tá Taliban sat við ræðið í Afghanistan, sluppu gentur ikki at ganga í skúla, og eygleiðarar í Kandahar halda, at tað vóru fólk, sum eru ímóti at geva gentum skúlagongd, sum skipaðu fyri álopinum.