Spræna pening í verkfalsgrunnin

? Limagjaldið er hækkað og lokalfeløgini skulu eisini betala eitt ávíst gjald fyri hvønn limin. Feløgini í FA hava nú eisini fingið felags verkfalsgrunn

?Vit vita, at tað einasta, sum arbeiðsgevararnir ræðast, er ein sterkur verkfallsgrunnur.

Tí skal Føroya Arbeiðarafelag nú styrkjast fíggjarliga so tað munar.

Hetta varð samtykt við stórum meiriluta á aðalfundinum í felagnum, sum var fríggjadagin og leygardagin.

Av tí sama varð samtykt at tvífaldað limagajaldið í Føroya Arbeiðarafelag.

Og harumframt skulu øll lokalfeløgini betala eina ávísa upphædd fyri hvønn limin til meginfelagið.

Limagjaldið til Føroya arbeiðarafelag hevur verið 0.5% av lønini í heili 35 ár.

Harumframt betala lokalfeløgini eina ávísa upphædd fyri hvønn lim um árið.

? Men síðani tá er virksemið hjá felagnum munandi økt

Tí skeyt nevndin upp, at limagjaldið verður hækkað upp í 1%, tvs, at tað verður tvífaldað

Samstundis skeyt nevndin upp, at tey 41 lokalfeløgini eisini einaferð betala eina ávísa upphædd fyri hvønn limin til Føroya Arbeiðafelag.

? Millum annað halda vit í nevndini, at tað hevur alstóran týdning at verkfallsgrunnurin verður munandi styrktur, sigur Ingeborg Vinther, formaður felagsins.

Og hon sigur, at tað mesta av tí, sum felagið fær meiri inn av hesum, skal brúkast til at styrkja verkfallsgrunnin við, umframt tað, sum annars fer í grunnin.

Men, hvussu stórar upphæddir talan er um, vil hon ikki upplýsa.

Tó sigur hon, at tað eru nógvir limir í Føroya arbeiðarafelag, so talan verður um rættiliga stórar upphæddir.

Nevndin skeyt eisini upp at øll lokalfeløgini í Føroya Arbeiðarafelag nú skulu hava ein felags verkfallsgrunn, afturat grunnunum, sum feløgini hava hvørt sær.


Avgerandi týdning

Ingeborg Vinther segði, at ein sterkur verkfallsgrunnur hevur avgerandi týdning fyri, hvussu sterkt felagið er í sáttmálasamráðingum við arbeiðsgevaran.

? Vit vita, at ein sterkur verkfallsgrunnur er tað einasta, sum arbeiðsgevararnir ræðast og hava virðing fyri.

Hon vísti á, at tað hevur verið tosað í nógv ár um at styrkja verkfallsgrunnin hjá Føroya Arbeiðarafelag og hon helt, at nú mátti tað ikki útsetast meiri.

Men tað var Ingeborg Vinther, og nevndin í Føroya Arbeiðarafelag ikki tey einastu sum hildu.

Tí aðalfundurin samtykti við stórum meiriluta at hækka limagjaldið til FA upp í 1% og at feløgini einafeð skulu betala eina ávísa upphædd til Føroya Arbeiðarafelag fyri at styrkja felagið enn meiri. Tað var, sum eitt umboð fyri arbeiðsmannafelagið á Sandi førdi fram:

? Tað ræður um at menna felagið tá ið tíðirnar eru hampiliga góðar so at at vit hava eitt sterkt felag tá ið tíðirnar aftur fara at versna.

? Og tað er í ringum tíðum, at vit hava mest brúk fyri felagnum.

? Men hvar er felagið tá, um vit ikki styrkja tað, tá ið tíðirnar eru frægari, spurdi umboðið fyri arbeiðsmanna felagið á Sandi.

Marius Clementsen á Sandi segði, at tað er bara í samráðingum, og í sáttmálaloysi, at Føroya Arbeiðarafelag, hevur eitt avgerandi orð at siga.

Allar hinar dagarnar er tað arbeiðsgevarin, sum hevur tað avgrandi orðið.

? Tí hevur tað so alstóran týdning, at felagið er sterkt. ? Og tað er bara peningur, sum ger felagið sterkt.

Hann segði, at limirnir í FA kundi vera vís í, at sáttmálasamráðingarnar fóru at geva teimum nógv meiri í lønarposan enn tað, sum limagjaldið til FA hækkaði.

Marius Clementsen vísti eisini á, at politkarar hava dugliga tosað um skattalætta og at lønarhækkingarnar tí skulu avmarkast.

? Men tí kunnu vit als ikki trúgva.

? Tí vildu teir veitt okkum skattalætta, høvdu teir langt síðani havt gjørt tað.

? Tí er tað alneyðugt hjá okkum at fáa lønarbatar.

Hann segði, at hann hevði tosað við ein stóran arbeiðsgevara, og hann segði, at ein lønarhækking upp á 10 krónur var ongin trupulleiki.

Tað sama visti Karl Robert Jonanesen at siga frá arbeiðsgevara í Eysturoynni.


Heimahjálpirnar mótmæltu

Tær einastu, sum harðliga mótmæltu at hækka gjaldið vóru heimahjálpirnar.

Tær fara úr Føroya Arbeiðarafelag á nýggjárinum og Ása Djurhuus, formaður í Heimahjálparafelagnum, segði, at felagið fór sjálvandi at halda sínar skyldur mótvegis Føroya Arbeiðarafelag so til tað var farið úr.

? Men tað er lítið sannlíkt, at Heimahjálparafelagið fer at góðtaka at skula betala eina eyka til Føroya arbeiðarafelag, tí vit koma ikki at fáa nyttu burturúr tí.

Men tað var var stór semja um, at aðalfundurin í Føroya Arbeiðarafelag kundi ikki laga seg til, at eitt einstakt felag, heimahjálpirnar, fóru úr felagnum eftir egnum ynski.

? Tað stendur teimum frítt at verða verandi í Føroya Arbeiðarafelag. Og so leingi tær eru her, mugu tær ganga undir tær treytir, sum limaskapurin krevur av teimum, segði Ingeborg Vinther.

Men heldur ikki Leila Zachariassen, formaður í S&K, varð so fegin um um hækkingina, tí hon segði, at felagið var so veikt fíggjarliga.