Í dag koyrdi ein sporvognur av breytini og inn í ein handil í norska høvuðsstaðnum, Oslo.
Tað skrivar norska tíðindastovan NTB.
Ongar upplýsingar eru um skaðar í handlinum.
Førarin skal hava fingið skaða, men er var við vit.
Trý onnur fólk hava eisini fingið skaða, skrivar átaksleiðarin Rune Kremmervik Hekkelstrand hjá løgregluni í Oslo í dagføring.
Ongar fráboðanir eru um, hvussu álvarsligir skaðarnir eru.
Løgreglan fekk fráboðan um hendingina, sum hendi í miðbýnum í Oslo, klokkan 11.05.
Mynd vísir sporvognin, sum hevur koyrt inn gjøgnum eitt vindeyga í handlinum, sum eitur Eplehuset. Talan er um ein handil, sum selur Apple vørur.
Umleið 20 fólk vóru í sporvogninum, tá hann koyrdi inn í handilin.
Fleiri fólk eru í økinum, og løgreglan biður fólk um at halda seg burtur.
- Tað er totalt kaotisk her nú. Løgreglan er á staðnum, sigur vitni á staðnum við miðilin VG.
- Tað er surrealistiskt. Sporvognurin stendur tvørtur um alla Storgata við framsíðuni langt inni í Eplehuset-handilinum, heldur vitnið fram, sum eitur Kjell Bjørn Vinje.
Fleiri sporvognsleiðingar eru rivnar eftir hendingina og eitt stórt øki er avbyrgt.
Tað sigur Øystein Dahl Johansen, sum er tíðindafólk hjá almenna flutningsfyritøkuni Ruter.
- Tað er ov tíðliga at siga nakað um orsøkina til, at sporvognurin fór av sporinum.
Løgreglan biður fólk, sum hava vitan um avsporingina, um at seta seg í samband við løgreglufólk, sum eru nærhendis vanlukkustaðnum.
- Staðið verður stongt leingi, og vit bíða eftir, at skaðanevndin kemur, sigur átaksleiðarin hjá løgregluni.
/Ritzau/NTB
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##
##med10##
##med11##
##med12##