»Sporty« letur aftur

Eftir tvey ár í Handilskjarnanum í Havn, gevst Alma á Lava við ítróttarhandlinum Sporty

Orsøkin er, at hon hevur valt at brúka tíðina til annað. Í hesum sambandi verður afturlatingaútsøla, ið byrjar hósmorgunin og heldur fram alla vikuna.
Alma á Lava, sum eigur handilin, nýtir høvi at takka øllum viðskiftafólki fyri gott samstarv.