sponsoravtala
Sponsoravtalur plaga vanliga vera nakað, har ein fyritøka letur ávísa peningaupphædd, og so afturfyri fær eitt ella annað slag av lýsingarvirði. Soleiðis man áskoðanin til hetta í øllum førum vera flesta staðni, men fríggjadagin varð so ein heldur øðrvísi sponsoravtala undirskrivað.
Talan er ein avtala millum Sportmaster og Badminton-sambandið, sum í veruleikanum snýr seg um nakað so einfalt sum gávukort, men hesi gávukortini eru kortini nakað serligt.
Framyvir verður nevnliga so, at Badminton-sambandið sjálvt og eisini ymsu feløgini hava møguleikan at heiðra einstøkum leikarum við nøkrum myntum. Alt eftir avrikinum kunnu hesir vera úr gulli, silvuri ella bronsu, og tað er í sjálvum sær helst stuttligt hjá íðkarunum at fáa slíka viðurkenning.
Tað serliga við hesum myntum er tó, at teir samstundis eru gávukort til Sportmaster. Fær ein badmintonleikari t.d. ein gullmynt, hevur hesin eitt virði upp á 225 kr., og so verður tað so upp til leikaran, um mynturin skal nýtast at keypast fyri, ella um hann heldur skal verða varveittur við hús.










