TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge hevði við boksaran, Martin Meng Wojciechowski frá felagnum, Tórshavn Boxing.
Tróndur vitjaði venjingarhølini hjá Tórshavn Boxing í vikuni, har íðkararnir venja hart til BURN SHOWDOWN tiltakið, sum verður fríggjakvøldið 17. november og leygarkvøldið 18. november, har sterk útlendsk mótstøða bíðar føroysku boksarunum.
Boksing hevur verið ein lítið íðkað ítróttargrein í Føroyum áður, men er nú á veg fram.
Samrøðan var í sendingini SportBoxin, sum var á Rás2 fyrrapartin.










