Filmurin um Jóanes Nielsen, »Sporini vaksa úr orðum« hevur stóran áhuga í Danmark, og nógv spyrja eftir filminum.
Í seinastu viku varð útselt til sýningina á Norðuratlantsbryggjuni í Keypmannahavn, sum verður 20. februar kl. 20. Tí er skipað fyri eykasýning sama dag klokkan 17. Jóanes Nielsen og Katrin Ottarsdóttir, filmskvinna, verða til staðar á báðum sýningunum.
Umframt Keypmannahavn verður filmurin í næstum eisini sýndur í Århus, Ålborg og Kolding.
Jóanes Nielsen og Katrin Ottarsdóttir verða bæði til staðar á øllum trimum sýningum.
3. mars verður filmurin vístur í Ålborg og í Kolding 7. mars, og tá verður Katrin Ottarsdóttir til staðar, siga fyrireikararnir.
Tað ber til at lesa meira og síggja trailara á
Filmurin er upptikin í Havn. Hann varar 76 minuttir og verður sýndur við donskum undirteksti.