Spírar & Sporar er Ársins Vinnuátak 2024

Á Vinnudegnum í Norðurlandahúsinum í dag er Ársins Vinnuátak nú kosið

 

 

Klokkan 13 í dag byrjaði Vinnudagurin 2024 í Norðurlandahúsinum. 

Tað var formaðurin í Føroya Arbeiðsgevarafelag, Jón Sigurdsson, sum beyð vælkomin, og síðan setti Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkis-og vinnumálum, dagin.  

Eftir Høgna Hoydal, fór Alexander Bard, kjakari, cyberfilosofur, tónleikaútgevari og sjónvarpsvertur, á pallin.

Fyri løtu síðan varð avdúkað, hvat Vinnuátakið 2024 er, og her var dómsnevndin samd um, at átakið, sum fær henda heiður í ár, er fyritøkan, Sp/f Spírar & Sporar.   

 

Á sínum vanga siga Spírar & Sporar í Kvívík, at tey kunnu dyrka eitt ótal av ymiskum grønmeti, kryddurtum, blomstrum, berum og rótum, og framleiðslan er í støðugari menning.

 

Vinnudagurin í Norðurlandahúsinum heldur fram eftir kaffisteðg, sum hevur verið.

Frá klokkan 14.40 og út eftir eru ein røð av styttri fyrilestrum við Jaspuri Højgaard (Føroya Tele), Terja Nielsen (SEV), Bárði D. Christiansen (Map Arkitektar), Arna Winthereig (Mowi) og Suna Justinussen (GroAqua).

Seinni verða aftur fleiri fyrilestrar, sum lesast kann um á www.industry.fo, og klokkan 17 í dag verður avdúkað, hvat Ársins Virki 2024 verður.

Vinnudagurin 2024 í Norðurlandahúsinum endar klokkan 17.20 seinnapartin.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##