Spildurnýggjan Swift fyri 50 krónur

Í eina tíð hevur ein svartur Suzuki Swift staði uttan fyri hjá Berg Motors á Hálsi við áskriftini ”Ársins lutaseðil til frama fyri B36”. Týsdagin 1. mai dróg „Notarius Publicus“ so Ársins lutaseðil, og vinnaraseðilin var nr. 06994.

 

Hósdagin 10. mai var so bilurin handaður tí hepna vinnaranum Guri Tórsdóttir Hansen í Havn. Tað var 12 ára gamli Regin Joensen, sum fyri Berg Motors og B36 handaði Guri skrásetingarskjalið og lyklarnar til tann svarta Suzuki Swift 1,5i til eitt virði uppá kr. 157.990.

 

Orsøkin til at tað var Regin sum handaði Guri bilin, var at tað var júst hann sum fyri jól í fjør hevði selt henni lutaseðilin. Tey búgva í sama grannalagi. Guri keypti bert tann eina seðilin.

 

Guri sigur, at hon hevði faktiskt býlagt sær ein annan bil av einum øðrum merki, tá hon varnaðist, at hon hevði vunnið Suzuki bilin. Hetta kom sera væl við. Tað kennist bara so løgi at fáa ein heilan bil fyri 50 krónur, sigur ein ovurfegin Guri Tórsdóttir Hansen.