Spenningurin var í forspælinum

VB vann væntaða sigurin á Kyndli, men dysturin verður heldur mintur fyri truplu upptaktina, har HSF kom við einum kreativum uppskoti um at fáa dystin avgreiddan

Hondbóltur

 

Tað var vónleyst at fara undir nakran dyst í Vági klokkan 15 sunnudagin. Partur av hópinum hjá Kyndli var komin suður kvøldið fyri, men restin av spælarunum saman við venjaranum og dómarunum hevði ætlað sær suður sunnudagin. Og tá bar so ikki til at sigla, og tí varð skjótt tosað um, at royna at fáa dystin avgreiddan seint um kvøldið, tá siglingarlíkindini skuldu verið batnað nakað nógv.

Um døgurðatíð komu tó nýggj boð til Kyndil. Nú var uppskotið nevnliga, at dysturin skuldi spælast klokkan 15, og um Kyndil hevði tørv á tí, kundu tær »bara« læna ein málverja frá VB. Eitt uppskot, sum Kyndil als ikki kundi góðtaka, og sum venjarin hjá liðnum eisini undraðist á í samrøðu við portalin sunnudagin.

 

Í tungan sjógv

Tá tað leið út móti midnátt, bar tó til at fáa dystin avgreiddan. Onkur einstakur spælari hjá Kyndli fekk tó ikki komið við suður, og annar av dómarunum gav somu boð, men undir somikið góðum karmum, sum til bar, varð dysturin kortini avgreiddur.

Og var sjógvurin tungur fyrr um dagin, so var hann tað ikki minni hjá Kyndli fyrstu løtuna í høllini. Áðrenn tær veruliga høvdu vent sær, var VB lopið avstað, og so ráddi mest av øllum um at halda fast um leiðsluna og koyra sigurin heim.

Og hetta gjørdi heimaliðið eisini uttan stórvegis trupulleikar, áðrenn spælararnir kundu fara í song.

 

Fakta um dystin

VB-Kyndil 27-17 (14-7)

10 min: 8-1

20 min: 11-6

40 min: 17-10

50 min: 22-14

Málskjúttar

VB: Daiva Toumaite 5, Rannvá Johannesen 5, Bára Mortensen 4, Svava Vestergaard 3, Asta Armanaviciute 2, Laila Jespersen 2, Aukse Vysniaskaite 2(1), Theresa Joensen 1, Monika Samuelsen 1, Una Egilsdóttir 1, Sára Samuelsen 1

Kyndil: Jacklin Durhuus 6(1), Barbara Egilstrøð 4, Helena á Krákusteini 2, Ronja Mikkelsen 1(1), Halla Midjord 1, Annika Poulsen 1, Beinta Laursen 1, Jórun Ludvig 1

Brotskøst: VB 2, Kyndil 2

Útvísingar: Kyndil 1

Dómarar: Eyðun Samuelsen & Birgir Sondum