Spenningurin størstur í Sørvági

14. umfar í næstbestu fótbóltsdeildini er á skránni seinnapartin. Fýra dystir verða spældir, og fyrsta bríkslið í teimum øllum verður klokkan 15.00.

Fimti dysturin í hesum umfarinum er tann millum HB og EB/Streym. Hann varð spældur longu 26. apríl, tá ið HB vann 3-0.

Innanhýsis toppuppgerðin hesa ferð verður í Sørvági, har TB fer at vitja 07 Vestur. 07 Vestur er næstfremst við 31 stigum, og TB er á triðja plássi við 29 stigum. TB hevur spælt 15 dystir, og 07 Vestur hevur spælt 13 dystir.

Støðutalvan hevur mest sum alt kappingarárið verið eitt sindur misvísandi, tí summi feløg hava spælt fleiri dystir enn onnur. Síðsta umfar undan summarsteðginum verður um eina viku, og tá fer dystartalið hjá øllum at vera næstan tað sama. Mikukvøldið spældu VB/Sumba og TB (1-0) grannauppgerðina í Suðuroy, sum sambært skránni skuldi spælast 5. august.

 

Í dag

07 Vestur-TB: Petur Reinert kl. 15.00

Víkingur-AB: Rúni Gaardbo kl. 15.00

VB/Sumba-B68: Bárður Mortensen kl. 15.00

NSÍ-KÍ: Andrew Christiansen kl. 15.00

 

VB/Sumba 34 stig

07 Vestur 31 stig

TB 29 stig

AB 28 stig

HB 16 stig

Víkingur 14 stig

KÍ 13 stig

NSÍ 10 stig

EB/Streymur 9 stig

B68 7 stig

TB hevur spælt 15 dystir, VB/Sumba og EB/Streymur hava spælt 14 dystir, Víkingur og KÍ hava spælt 12 dystir, og 07 Vestur, AB, HB, NSÍ og B68 hava spælt 13 dystir.