Fótbóltur
Kykmyndirnar á portalinum kunnu illa staðfesta, hvørt hjálpardómarin hevði rætt ella ikki, tá hann veittraði. Ivasamt man vera, hvørt myndirnar á 3-2 hjá Sjónvarpinum í kvøld hava betri yvirlit yvir hendingina, sum eftir øllum sólarmerkjum at døma verður tann, sum fer at fáa mestu umrøðuna eftir dysin á Eiði sunnudagin. Ein dystur, har EB/Streymur fyri fyrstu ferð í ár tapti á heimavølli. Og ein dystur, sum av álvara læt upp fyri spenninginum í FM-stríðnum, har HB nú bara er tvey stig aftan fyri oddaliðið.
Kjakevnið
Dysturin á Eiði var merktur av nógva vindinum. Fyrra umfarið høvdu gøtumenn hendan undan, og tað var eisini skjótt, at teir gjørdu sær dælt av hesum. Alt fyri eitt royndu teir at trýsta bóltin niðan móti heimamálinum, og eftir bara sjey minuttum var hol komið á. Sámal Joensen royndi seg við skoti, sum Rene Tórgarð ikki átti at havt teir stóru trupulleikarnar av. Bólturin bar tó við ein spælara á vegnum, og so klossaði Rene, tá kósin varð broytt eitt vet. Sjálvir mundi málverjin tó halda, at hann hevði tamarhald á støðuni, men linjuverjin veittraði, og so stóð 0-1 á talvuni. Eitt mál, sum teir í EB/Streymi vóru sera ónøgdir um. Og sum helst fer at verða kjakevni í drúgva tíð.
Treiskaðust í mótgongdini
Við eini strævnari dystarskrá í beinunum, var hetta alt annað enn tað, sum EB/Streymur hevði tørv á, og eftir lítlari løtu var mótbrekkan enn brattari. Enn tá eftir mest sum ófyrigeviligt verjuspæl.
Upptaktin til málið var horna, sum GÍ fekk ruddað burtur, men so gekk skjótt hinvegin. Ronnie Samuelsen helt ivaleyst, at Rafal hevði tamarhald á støðuni, men pólverjin heilkiksaði, tá hann skuldi stúta burtur. Og uttan neyðuga uppbakningin tapti Rafal nærdystin við Sverra Jacobsen, sum hesa ferð byrjaði í GÍ-álopinum. Og unglingin var ískaldur, tá hann gjørdist einsamallur við René Tórgarð.
At tað eftir hetta yvir høvur eydnaðist EB/Streymi at skapa spenning um útfallið, kemst helst einamest av treiskninum, sum býr í einum oddaliði. Teir noktaðu at geva seg, og teir fingu eisini løn fyri stríðið, tá teir sera vakurt minkaðu til 1-2. Ronnie spældi yngra beiggjan væl í dýpdina, og so kundi Hans Pauli seta ein mann av, áðrenn hann sendi í høvdið á Sorin Anghel.
Einki juice eftir
Málið gav oddaliðnum neyðugu trúnna, og í løtunum kring steðgin hevði liðið helst sína bestu løtu í dystinum. Hóast mótvindin megnaðu teir at leggja eitt ávíst trýst á GÍ málið seinasta korterið fyri steðgin, og tí varð lagt upp til einvíst trýst eftir steðgin.
Fyrstu løtuna tóktist eisini, sum skuldi hetta verða so. Men so líðandi fekk GÍ tó alt betri tamarhald á støðuni. Kanska fyrst og fremst, tí gestirnir alla tíðina royndu at spæla seg úr trýstinum, og tí kravdu eitt størri renniarbeiði frá vertunum, um trýstið skuldi haldast. Og tað renniarbeiðið megnaði EB/Streymur illa at fremja. Snøgt sagt, so var ikki meira juice eftir í motorinum eftir strævnu skránna, og sum tíðin gekk, gjørdust kontra-renningarnar hjá ómóðari gestunum alt meira vandamiklar.
Tá teir so loksins fingu 3-1 málið, gav tað tvífalda orsøk til iðran. Beint undan hesum hevði EB/Streymur havt sína vandamestu atsókn, tá royndir frá Jørgin Meitilberg og Sorin Anghel báðar vórðu bjargaðar á strikuni. Endin varð tó, at GÍ fekk lossað bóltin burtur, og í hinum endanum kundi ein blankur Erling Jacobsen staðfesta sigurin.
Ella tað hildu gøtumenn, tí við einum dundurskoti úr 16 metrum festi Jørgin Meitilberg alt fyri eitt nýggjan spenning í dystin. Nærri enn tað sama komu vertirnir tó ikki. GÍ átti sjónliga størra yvirskotið, og teir áttu eisini eina vandamikla dupultroynd, har fyrst stólpin og síðani Rene Tórgarð tó hildu málmuninum niðri. Men á stigatalvuni var eisini hetta til fánýtis. Hon staðfestir, at munurin niður til HB nú bara er tvey stig, og tí er spenningurin kring Mølina nú nakað nógv størri, enn viðhaldsfólkini høvdu ætlanir um.
Og so er spurningurin, hvørt nóg mikið av juice kemur á tangarnar komandi tvær vikurnar. Tá fáa EB/Streyma spælararnir eina tiltrongda hvíld, sum í besta føri kann virka til at toga gullið seinasta pettið móti Mølini.