Spenningurin í botninum fánaði

Úrslitið av einsamalla dystinum í 1. deild í gjárkvøldi ber við sær, at enn minni spenningur er í botninum í deildini enn frammanundan

Ein dystur varð leiktur í 1. deild hjá monnum í gjárkvøldi. Dysturin var ímillum KÍ og Víking, og varð hann spældur í Klaksvík. Talan var um útsettan dyst, sum upprunaliga átti at verið spældur 29. juni.

 

Dysturin endaði 1-1. Fyrri hálvleikur var málleysur, men tað brast fyri nev eftir 61 minuttir, tá ið Tórur Justesen legði heimaliðið, KÍ, á odda. Síðani líktist tað sigri til KÍ, men stutt fyri dystarlok javnaði Tonni Thomsen fyri Víking til endaliga úrslitið, 1-1. Hetta málið varð skorað eftir 87 minuttir.

 

Bæði liðini í gjár vóru mannað við leikarum, sum eisini hava fingið fitt at spælitíð í Effodeildini í ár. Hjá KÍ spældu David Langgaard og Tórur Justesen allan dystin, meðan Víkingur var mannað við spælarum sum Gunnar Vatnhamar, Magnus Jarnskor og Jákup Vatnhamar Olsen.

 

Á dómaraseðlinum frá dystinum í gjárkvøldi stendur eisini at lesa, at venjarin hjá KÍ, Jóan Pauli Jacobsen, bleiv burturvístur í hálvleikinum. 

 

Úrslitið í gjár merkir, at spenningurin í botninum av deildini er fánaður enn meir. AB og B71 hava bæði 10 stig, og nú eru heili níggju stig upp til Víking, ið nú hevur 19 stig. Harafturat er Víkingur ávíkavist 26 og 27 mál frammanfyri botnliðini í málúrtøku, og harvið hava tey bæði heili 10 stig at innheinta. Tað verður sera nógv at hála inn seinastu sjey umførini.

 

KÍ er í tryggari legu miðskeiðis á stigatalvuni. Klaksvíkingar hava 26 stig, har sjey stig eru upp til medaljupláss og 16 stig niður til niðurflytingarstrikuna.

 

Fult umfar er í 1. deild leygardagin, tá ið 21. umfar skal avgreiðast. Dystirnir eru hesir:

 

Giza Hoyvík-Víkingur II

KÍ II-07 Vestur

EB/Streymur-HB II

AB II-NSÍ II

FC Suðuroy-B71