Løgmaður fer at greiða okkum frá, hvussu eitt nú flatskattaskipanin fer at skapa vøkstur, og hvussu øktur blokkstuðul úr Danmark fer at skapa .
Løgmaður hevur sagt, at vit skulu hava millum 130 og 200 milliónir meira í blokkstuðuli. Hann vísti í valstríðnum á ymiskt, sum hendan blokkhækkan skal brúkast til. Eitt nú til at fáa bíligari flogferðaseðlar við Atlantsflog. Hvussu hann ætlar at fáa blokkstuðulin inn í partafelagið Atlantsflog, tað hevur hann ikki greitt nærri frá. Men hann hevur lovað, at blokktiðningini ikki fer at verða brúkt til skattalætta!
Tað er longu sjón fyri søgn á skattaøkinum, at stórar broytingar eru gjørdar, síðani løgmaður saðlaði um frá Akseli til Jørgen. Serliga hesi broyting – sum løgmaður helst fer at skera út í papp í annaðkvøld – bíða vit í spenningi eftir.