Tað stóð á býráðssamgonguni í Havn á seinasta almenna býráðsfundi.
Ein umhvørvisfrágreiðing, sonevnd VVM-frágreiðing, um nýggju bingjuhavnina við Skansan hevur ligið frammi til almenna hoyring. Trý hoyringssvar vóru frá almennum myndugleikum, trý skriv frá borgarum og eitt svar frá einum áhugafelag.
Ráðgevin hjá Tórshavnar havn, Rambøll, hevur skrivað eitt samlað svar til hesi hoyringsskriv at lata Umhvørvisstovuni saman við upprunafrágreiðingini. Í svarinum verða atfinningar afturvístar og yvirhøvur hildið fast við tað, sum frammanundan er fest á blað.
Vinnunevndin vildi hava býráðið at taka undir við hesum svari, áðrenn tað varð sent víðari. Fleiri býráðslimir aftraðu seg at taka støðu, tí teir høvdu als ikki havt møguleika at viðgera innkomnu skrivini og ei heldur svarið.
Limir í náttúru- og umhvørvisnevndini vóru meir at kalla firtnir um, at hvørki umhvørvismetingarnar - og ei heldur ummæli frá kommunalu umhvørvisumsitingini – høvdu verið til viðgerðar í hesi nevnd, sum er faknevnd fyri slíkar spurningar. Hetta elvdi til fløkju eina góða løtu.
Fløkjan bleiv so mikið stór, at ein samgongulimur fekk borgarstjóran at slíta fundin eina løtu at forða fyri , at partur av samgonguni atkvøddi fyri at senda málið til viðgerðar í náttúru- og umhvørvisnevndini - uttan bindingar frá býráðnum.
Endin var ikki minni fløktur. Samgongan samtykti at góðkenna svarið saman við einum uppískoyti um, at svarið fór ikki at verða sent Umhvørvisstovuni, fyrrenn tað hevði verið á skrá í náttúru- og umhvørvisnevndini.
Við hesi samtykt hevði samgongan mjøl í munninum og blásti samstundis. Samtykt varð at góðkenna viðmerkingarnar frá ráðgevanum til almennu hoyringina, áðrenn faknevndin hevði havt høvi at viðgera hoyringsskriv og svar. Tað var øvugt raðfylgja.
Nú er so komið undan kavi, at tað vóru bara lótir at beina málið í náttúru- og umhvørvisnevndina. Nevndin hevur havt málið á skrá, og tað einasta, sum kom burtur úr, sambært gerðabókini, er, at ”Málið varð umrøtt”.
Hesi trý tómu orð er alt, sum náttúru- og umhvørvisnevndin hjá Tórshavnar býráð hevur at viðmerkja til umhvørvis- og dálkingarvandarnar, sum standast av stóru útbyggingini av góðs- og ferðamannahavnini í Havn. Minni kundi tað ikki vera.
---










