Tjóðartingsval er í Avstralia í dag, og valhølini eru nú afturlatin.
Tær fyrstu kanningarnar, sum eru gjørdar uttan fyri valstøðini, benda á, at stjórnarflokkurin hjá Julia Gillard, forsætisráðharra fer at vinna við lítlum meiriluta.
Avstralskir fjølmiðlar siga, at eftir teimum fyrstu kanningunum fær tann sosialdemokratiski stjórnarflokkurin 52 prosent av atkvøðunum, meðan teir boagarligu andstøðuflokkarnir fáa 48 prosent.
Julia Gillard er tann fyrsta kvinnan, sum hevur verið forsætisráðharri í Avstralia.