Leygardagin hin 30. august verður Viðareiði aftur karmur um ársins Norð Festival.
DoDo & the DoDo’s verður millum høvuðsnøvnini í ár, og tey fara á pallin hetta kvøldið klokkan 21.30.
Sambært skránni sæst, at tað verða tríggir pallar á hugnaliga tiltakinum á Viðareiði.
Fyriskipararnir siga, at dagurin byrjar longu klokkan 10 við ókeypis morgunmati fyri øllum gestunum, og hetta verður áðrenn Trølla Pætur og Omman klokkan 11.15 fara at undirhalda fyri børnunum í stóra tjaldinum.
Spælilandið á Norð Festivalinum letur upp klokkan 12, eins og viðingar aftur í ár fara at fletta eina kúgv klokkan 12.30, og Hotel Norð sum vant bjóðar eina vælsmakkandi buffét frá klokkan 15.
Fyriskipararnir siga, at talan verður eum ein langan og fjølbroyttan tónleikadag, tí klokkan 15 byrjar Uni Debess á hugnaligu terassuni, og tann seinasta konsertin verður við Adrenaline á stóra palli klokkan 02.30.
- Talan er um heili 15 ymiskar tónleikaframførslur gjøgnum dagin og kvøldið, verður lagt aftrat.
Aftur í ár verður tjóðstartað eitt sindur fyrr, tí longu fríggjakvøldið hin 29. august klokkan 19 verður hugnaløta og felagssangur á Hotel Norð við Jóanisi Erik Køtlum, Eyðuni Hansen, Eyðuni á Lakjuni og Dávuri Heinesen á harmoniku fyri festivalgestum.
Harumframt fara Tónar at spæla til dans frá klokkan 22.
##med2##
- So øll skulu vera hjartaliga vælkomin norður longu fríggjakvøldið, har vit halda á til klokkan 02. Eisini verður møguleiki at keypa atongumerki og at fáa armband á fríggjakvøldið, siga fyriskipararnir av Norð Festivalinum.
Skráin fyri Norð Festivalin er nú klár, og hon sær soleiðis út:
Stóri Pallur:
18.00: Guðrið Hansdóttir
19.30: Marius Ziska
21.30: DoDo & the DoDo´s
23.45: Páll Finnur Páll
01.30: RSP
02.30: Adrenaline
Tjaldið:
11.15: Trølla Pætur og Omman
16.30: Danny Baldursson
18.45: Kim Hansen
20.30: Jens Marni Hansen
23.00: Eyðun Nolsøe
00.45: Karl Martin Samuelsen.
Terassan:
15.00: Uni Debess
15.45: Steintór Rasmussen
17.15: Elin Brimheim Heinesen
##med3##