Løgreglan heldur ikki at eldurin var ásettur

Løgreglan hevur ikki illgruna um, at eldurin í sethúsum í Hornabø í Havn sunnukvøldið var ásettur

Tað sigur vaktleiðarin á politistøðini í morgun. Enn er løgreglan ikki liðug við kanningarnar, og onkur avhoyring afturat skal gerast í dag av fólki við tilknýti til húsini. Men løgreglan hevur so ikki illgruna um, at eldurin er ásettur, tí einki er, sum týðir upp á tað, sigur vaktleiðarin.

Tað at fáa hjálp til kanningararbeiðið úr Danmark er ikki aktuelt, tað bíðar eitt sindur enn, sigur vaktleiðarin. – Vit fáa at síggja, hvat hesar avhoyringarnarn geva, sigur hon.

 

Lesið eisini: Myndir: Eldur í sethúsum í Hornabø

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##