Spennandi sportbilur úr plasti

Ein konseptbilur frá Mitsubishi er at síggja á árligu bilasýningini Naias í Detroit, sum er opin í hesum døgum.

Bilurin ber heitið Mitsubishi Consept RA og er á tremur við nýggjum spennandi uppfinningum. Sambært Mitsubishi hevur hann hesa útgerðina: Innovative Valve Lift & Timing Electronic Control System, common rail, piezoelektriske injektorer, variabel turbogeometri, NOx katalysator, Super All Wheel Control-aksling, Twin Clutch Sports Shift Transmission og ikke minst aktiv styre- og fjæringskontroll med ACD, AYC, Sport ABS og ASC.

Bilurin er sera umhvørvisvinarligur, tí hann í høvuðsheitum er framleiddur úr plasti, sum kann endurnýtast. Hetta er galdandi fyri allar plátulutir og felgurnar. Ramman er úr aluminium.

Annars hevur bilurin ein dieselmotor við 201 hestum, snúningsmomentið er 420 newtonmetrar og hann trekkir á øllum fýra hjólunum

Kelda: www.123.fo