Spennandi og søgulig ferð upp á Trøllkounufingur

Týsdagin eydnaðist tað føroyskum klintrarum at koma upp á Trøllkonufingur á Vágoynni.

Týsdagin veitraði Merkið ovast á Trøllkonufingri. Sjey føroyskir klintrarar høvdu sett sær fyri at koma upp á Trøllkonufingur og týsdagin náddu nakrir teirra upp á toppin.


Roynt fyrr

Partur av manningini hevur áður verið í vási, og var eittnú minniligu ferðina, har teir komu upp á Búgvan.

Í fjør varð ein roynd gjørd at koma upp á Trøllkonufingur. Tað var partur av manningini, sum í ár gjørdi bragdið at koma allan vegin upp.

Upp á toppin komu feðgarnir Herman og Absalon Eysturoy og eisini Aksel Poulsen og Bjartur Lamhauge. Absalon Eystroy var fyrsti maður á toppinum.

Við í ferðalagnum vóru eisini brøðurnir Heini og Hjálmar Hátún og Hans Stokkendal. Teir náddu tó ikki allan vegin upp, men tað var ongantíð væntandi, at øll maningin kundi koma sær upp á toppin.

-Síðsta pettið er tungt og so er eisini sera nógv leyst grót. Tað lá líkasum í kortunum, at øll manningin ikki kundi koma upp á toppin, sigur Heini Hátún.


Søguligt

-Men hetta var ein sera spennandi og søguligt, sigur Heini Hátún um bragdið.

-Tað er í gundini samstarv, team-work, ið tað snýr seg um, tá ein ger slíka ferð. Men umráðandi er, at alt er sum tað skal, at útgerðin er í lagi. Har er jú onki til hjálpar, tí ongin hevur verið har, sigur Heini Hátún.

Tá hetjurnar komu niður aftur av Trøllkonufingri, tók borgarstjórin í Vága Kommunu, Albert Ellefsen, ímóti. Í røðu síni kom hann m.a. inn á gomlu søgurnar um menn, ið høvdu roynt at komið sær upp á Trøllkonufingur.

Hóast søgur eru um, at menn hava verið uppi á Trøllkonufingri, so er hetta ivasamt. Ein gomul søga ella søgn er um ein mann, sum royndi at gera bragd við at koma sær upp á Trøllkonufingur. Á veg niður leggur hann til merkis, at hann hevur gloymt ein vøtt. Hann vendir upp aftur eftir vøttinum, so errin hann nú er av bragdinum, ið hann hevur gjørt, men tá hann síðani skal niður aftur, dettur hann niður og doyr.

Onnur søga er um, at tá prinsurin Fríðrikur sjeyndi vitjaði í 1840‘unum, var hann áhugaður í at royna at koma upp á Trøllkonufingur, áhugaður í fjallaklintran var hann, og menn fóru við honum, men ta ferðina náddu teir ikki allan vegin upp.

Borgarstjórin fegnaðist í røðu síni um, at hesar hetjurnar nú høvdu megnað at sett merkið ovast á Trøllkonufingur, og harvið er økt um áhugan fyri Trøllkonufingri, Føroyum og fjallaklintran, og metti hann, at eittnú ferðavinnan kann fáa ágóðan av hesum bragdinum.