Spennandi listaframsýning verður á Ljósfest

Tað verður borgarstjórin í Vágs kommunu, Bjarni Johansen, ið fer at seta listaframsýningina, sum verður á Ljósfest í Vági.

Á Ljósfest í Vági verður listaframsýning í hølunum hjá Suðuroyar Sparikassa. Tað eru lokal listafólk í Vági og listafólk norðanfjørðs, sum fara at sýna fram.

 

- Lokalu listafólkini eru Svend Erik Stenberg, Ulla Bærendtsen, Sigmund Andreasen, Mikala Vilhelm og Tummas Vilhelm. Jákup Hjaltalin, sum býr í Havn, men hevur ættarbond her suðri, luttekur eisini. 

 

Í Vági siga tey í dag, at tað eisini hevur eydnast teimum at fáa tvey listafólk norðanfjørðs við.

 

- Annað listafólkið er Finleif Mortensen, sum er kendur fyri sínar vøkru náttúrumyndir. Tað er eisini her, hann fær íblástur sum listafólk. Hann málar landsløg, men eisini meira abstrakt.

 

Lagt verður aftrat, at Finleif hevur havt fleiri framsýningar í Føroyum. Hann er eisini javnan í Danmark við sínari list. Finleif byrjaði sína yrkisleið sum listamálari á ólavsøkuframsýningini í 1985.

 

- Hitt listafólkið er Lív Arge úr Hoyvík. Hon er uppvaksin í Havn, og hennara stílur er meira eksperimenterandi og abstraktur - við íblástri úr føroysku náttúruni og heimliga umhvørvinum.

 

Lív hevur eitt nú verið við á Ólavsøkuframsýningini; hon hevur eisini havt framsýningar í Smiðuni í Lítluvík og hjá Lions.

 

Í Vági siga tey, at listaframsýningin á Ljósfest verður í ovaru hæddini í høvuðssætinum hjá Suðuroyar Sparikassa í Vági. Opið verður frá klokkan 13 til 17, og høvið verður eisini at keypa listaverkini.

 

Tað verður borgarstjórin í Vágs kommunu, Bjarni Johansen, ið fer at seta listaframsýningina, sum verður á Ljósfest í Vági.