Spennandi forsetaval í Íslandi

Tað er líkt til, at forsetavalið í Íslandi í summar verður spennandi, tí sambært einari meiningakanning hjá Fréttablaðnum er púra javnt ímillum verandi forsetan, Ólaf Ragnar Grímsson, og kringvarpskvinnuna Þóru Arnórsdóttur.

Í kanningini siga 46,5 prosent av teimum spurdu, at tey ætla sær at atkvøða fyri Þóru Arnórsdóttur, og 46,0 prosent siga, at Ólafur Ragnar Grímsson fær teirra atkvøðu.

Fýra onnur valevni eru, Herdís Þorgeirsdóttir, ÁstÞór Magnússon, Jón Lárusson og Hannes Bjarnason, men í kanningini fáa tey bara millum 0,4 og 2,9 prosent av atkvøðunum.