Bókadeild Føroya Lærarafelags hevur givið út barnabókina Dýrgripur Tu Ducs eftir Bjørn Sortland
Dýrgripur Tu Ducs er tann fyrsta av bókunum um Juliu og Jónas. Bjørn Sortland hevur skrivað og Mortan Weyhe týddi úr norskum. Bókin er ætlað teimum 8-12 ára gomlu.
Tey bæði Julia og Jónas fara saman við foreldrum sínum til Vietnamm. Pápi Jónas er tíðindamaður og mamma Juliu er myndakvinna. Meðan tey royna at avgreiða uppgávuna, tey hava í Vietnamm, fara Julia og Jónas á kanningarferð, sum verður ikki sørt vandamikil. Tað verður ein ferð, tey ikki gloyma í bræði.
Dýrgripur Tu Ducs er 123 bls. og kostar kr. 125 í bókabúðunum.










