Spennandi byrjan í Italia

Fótbóltslandskappingin í Italia byrjaði loksins í gjár, og fyrsti dystur var á Giuseppe Meazza-vøllinum í Milano millum meistararnar úr Milan og Lazio.

 

Rættiliga óvæntað vóru tað gestirnir, sum byrjaðu betur, og tað var tað eldra ættarliðið, sum gekk undan. 33 ára gamli týskarin Miroslav Klose legði Lazio á odda, og 30 ára gamli fransmaðurin Djibril Cisse økti til 2-0.

 

Men sum so mangan fyrr kom Mial afturíaftur. Fyrst minkaði sviin Zlatan Ibrahimovic um munin til 1-2, og tríggjar minuttir seinni vísti Antonio Cassano, at tað er ikki bara á Tórsvølli, at hann kann finna málið. Tá var ein góður hálvur tími farin av dystinum, og fleiri mál komu ikki. Tískil endaði fyrsti dysturin í hesum kappingarárinum í Serie A 2-2.