- Tað hevur ongantíð verið meiri neyðugt enn tað er nú at seta ein fiskidagabanka á stovn.
Tað staðfesti Bergur Dam á fyrsta maidagshaldið á Tvøroyri fríggjakvøldið.
Hann hevur verið næstformaður í flokkinum í fleiri ár og hann kunngjørdi, at høvuðsmálið hjá flokkinum at berjast fyri ta næstu tíðina, eigur at vera at fáa ein fiskidagabanka settan á stovn.
- Tað hevur ongantíð verið meiri neyðugt enn nú, staðfesti hann í sama andadrátti.
Bergur Dam segði, at ótálmaða spekulatiónin við fiskirættindum er ein bumba undir samfelagnum.
Fiskirættindi, sum eru fingin fyri einki, eru blivin virðismikil handilsvøra, tí tann, sum keypir, skal eisini betala fyri væntaðan vinning tey næstu nógvu árini.
Og tey, sum selja, taka mangan peningin úr vinnuni og seta hann í handilsbygningar, oljufeløg, hotel og annað.
- Tað er ein bløðra, sum hol er komið á og sum kann bresta nær sum helst og avleiðingarnar fyri okkara samfelag kunnu gerast verri enn avleiðingarnar av búskaparligu kreppuni.
Hann segði, at verður ein fiskidagabanki settur á stovn, skal tann, sum keypir fiskirættindi, ikki rinda einum privatum fyri tann vinning, hann kann vænta sær tey næstu árini, men einans eitt kappingarjavnandi avgjald til tað almenna.
Myrk skíggj fyri framman
Fyrrverandi næstformaðurin í Javnaðarflokkinum vísti á, at myrk skýggj eru fyri framman við stórum avbjóðingum, har samhaldsfesti og samanhald er loysunarorðini.
Tað ringasta við eini kreppu, er ikki, at virki og bankar fara av knóranum, tí tað javnar seg aftur. Tann stóri sorgarleikurin við kreppuni í nítiárunum er ikki rættaður enn og verður tað helst ongantíð og hann er teir túsundtals føroyingarnir, sum rýmdu av landinum, so at vit mistu tað mesta av einum ættarliðið.
Tað er hetta, sum havast skal í huga, tá ið krepputiltøk verða sett í verk.
Hann sigur, at vit hava møguleikan at sleppa burtur úr kreppuni, spurningurin er meiri um vit hava politiskan vilja, dirvi og víðskygni.
Tað ber ikki til at spara seg burtur úr kreppuni, tí tað ger hana enn djúpari, legði hann afturat.
Bergur Dam vísti samstundis á, at vit mugu ikki hava nóg mikið við okkum sjálvi og skal mannaættin yvirliva 21. øld við krígshóttanum, veðurlagsbroytingum, fátækradømi og búskaparkreppum, verður neyðugt við altjóða solidariteti.
- Stættarstríðið í okkara tíð, er at tryggja, at mannaættin yvirlivir, segði Bergur Dam.